Innanlands

Stórur áhugi fyri ferðaleiðaraskeiði í Vestmanna

37 umsøkjarar vóru, og í vikuni byrjaðu 25 fólk á skeiðnum

2019-08-24 16:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Áhugin er sera stórur at útbúgva seg sum ferðaleiðara í Føroyum. Mikudagin í hesi vikuni byrjaðu 25 fólk á einum nýggjum ferðaleiðaraskeiði á Miðnámi í Vestmanna. Skúlin lýsti eftir umsøkjarum undan summarfrítíðini, og 37 umsøkjarar søktu um at byrja á skeiðnum. 

Nýggja skeiðið er umleið 200 tímar tilsamans, og teoretiska frálæran er skipað hvørt mikukvøld á Miðnámi í Vestmanna. Skeiðið er annars býtt upp í hesar tríggjar partar: Ein vitanarpart um Føroyar sum ferðamannaland, ein praktiskan part við venjingum og ein verkætlanarpart, har næmingarnir skulu skriva eina sjálvstøðuga verkætlan í mai 2020. Verkætlanin er samstundis grundarlag fyri endaligu próvtøkuni.

Í fyrraárið skipaði Miðnám í Vestmanna eisini fyri einum ferðaleiðaraskeiði, og tá fingu 19 fólk prógv sum ferðaleiðarar. Fleiri av hesum hava síðan arbeitt sum ferðaleiðarar part av árinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder