Mentan

Stórur áhugi fyri summarskeiðunum fyri børn og ung í Norðurlandahúsinum

Hesa vikuna hava tvey ymisk skeið verið fyri børnum og ungum og hava bæði skeiðini verið fullteknað

Mynd: Norðurlandahúsið

Mynd: Norðurlandahúsið

2020-07-03 19:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsta skeiðið var ein Figur- og stopmotionverkstova við Rakel Helmsdal og Mariu Winther Olsen, har liðiligir figurar úr stáltráði, natúrgummi og øðrum tilfarið vóru gjørdir. Síðani blivu frásagnir við figurunum gjørdar og til seinast filmaðir við stopmotion-forriti á egnari snildfon/teldli.

Næsta skeiðið sum byrjaði týsdagin og endaði í dag, er eitt Samanspæliskeið í norðurlendskum spælimannatónleiki. Skeiðshaldarar eru Fiona Parker, Anna Hüdepohl, Kristian Blak og Sharon Weiss.

[object Object](Mynd: Norðurlandahúsið)

Tey ungu hava lært at spæla føroysk og onnur norðurlendsk spælimannaløg (løg, ið eru brúkt til fólkadans), lært løg bæði eftir nótum og eftir gehør. Eisini hava tey lært eitt sindur um tradisjónir og dansir, ið eru tengd at løgunum. Skeiðið endaði við eini stuttari konsert í dag kl. 13.30.

Í vikuskiftinum verður verkstovan Trampa.

Trampa er ein verkstova fyri børn og ung, ið vilja hava ein stuttligan dag fullan við rútmu og tónleiki. Verkstovan tekur útgangstøðið í SDS – Sangi, Dansi og Spæli.

Dagurin fer at innihalda ymisk spøl, ið hava røtur í SDS. M.a. fara vit at gera body percussion, har vit brúka kroppin sum ljóðføri. Vit fara eisini at læra ein gummistivladans, ið hevur uppruna í Suðurafrika. Dagurin verður stuttligur, læruríkur og væntandi fáa vit eisini sveittan fram.

Árni Jóhannesson og Ernst Remmel, ið eru lesandi á musikkkonservatoriinum í Aarhus, fara at leiða skeiðið. Skeiðið er fyri aldursbólkin: 5.-7. flokkur og enn eru nøkur pláss eftir.

Komandi vikurnar verða skeið fyri børn og ung í myndlist, tónleiki, sjónleiki og dansi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder