Mentan

Stórur áhugi fyri summarskeiðunum til børn og ung í Norðurlandahúsinum

Fyrsta summarskeiðið ”Spælið við!” byrjaði í gjár og næstu vikurnar fram til 11. august verða 6 ymisk summarskeiðir á skránni.

2021-06-23 20:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrsta skeiðið, er eitt Samanspæliskeið í spælimanstónleiki. Skeiðshaldarar eru Angelika Hansen, Anna Hüdepohl, Kristian Blak og Sharon Weiss.

Tey ungu læra at spæla føroysk, norðurlendsk og altjóða spælimansløg (løg, ið eru brúkt til fólkadans), læra løg bæði eftir nótum og eftir gehør og læra eitt sindur um siðvenjur og dansir, ið eru tengd at løgunum.

Skeiðið endar við eini stuttari
konsert fyri foreldrum og avvarðandi fríggjadagin 25. juni kl. 14.00. Skeiðið er fullteknað.

Næsta summarskeiðið hevur heitið ”Kom og ger ljóð til film!”. Skeiðið byrjar mánadagin 28. juni, undirvíst verður í 4 dagar og enn eru nøkur fá pláss eftir.

Um skeiðið sigur skeiðshaldarin: at gera ljóð design er stuttligt, spennandi og skapandi! Vit fara at upptaka ljóð og seta tey saman við filmsbrotum. Vit læra at klippa, redigera og mixa, finna røttu ljóðini og ymsan tónleik á netinum, og so læra vit at hugsa í ljóði. Títt næsta YouTube video fer at vera nógv meira
spennandi at hyggja eftir!

Skeiðshaldari er Sámal Jákup Jakobsen, ljóðmaður og tónleikari.

Frá 6. – 9. juli verður eitt skeið við heitinum ”Vit spæla ótrúligar søgur”. Skeiðshaldari er Julie Wieth, ein donsk sjónleikarinna, leikstjóri, sjónvarps og filmscastari.

Um skeiðið sigur Julie Wieth: vit fara at skapa smáar dramatiskar søgur út frá ymiskum improvisatións spølum, sum eru gjørd til venjing av yrkissjónleikarum. Hvørt spæl hevur einklar leiðbeiningar, sum hjálpa okkum at arbeiða saman og geva íblástur til at skapa persónar og broytingar í søgunum.

Komandi vikurnar fram til 11. august verða ymisk skeiðir fyri børn og ung. Lesið meira um einstøku skeiðini á nlh.fo .

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder