2026-09-19 09:32
Klokkan 14 verður hátíðarløta á stykkinum við Støðlagøtu og Sandá, har sum nýggj kirkja skal byggjast.
Staðsetingin hevur verið umstrídd, men nú verður gongd so sett á byggingina av Argja kirkju.
![]()
Røður verða hildnar og kvinnubólkurin Tabitha syngur.
Tey, ið loysa flagið, eru Rigmor Andrassen, Henning Mortensen og Vilhelmina Johansen. Hesi teljast millum elstu fólk á Argjum, og tey hava øll sitið í kirkjuráðnum. Eftir tað, halda Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Annfinn Brekkstein, býráðslimur, røðu.
Aftaná verður boðið til kaffi og køku í Argja kirkju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald