
Seinnapartin í dag kom eldur í ein nýggjan íbúðarblokk í eystara parti av London. Íbúðirnar hava virði á 240.000 pund og meira, men nú kunnu tær flestu av teimum helst ikki brúkast aftur.
Sjónband av eldsbrunanum vísur, at flammurnar vóru rímiliga ógvusligar. Tað tók eina løtu hjá sløkkiliðnum, ið sambært eygnavitnum kom nakað seint á staðið, at fáa sløkkja flammurnar og síðani tveir og ein hálvan tíma afturat til tamarhald var á eldinum.
Íbúgvarnir vórðu fluttir av staðnum; eingin kom til skaða. Sambært bretskum miðlum hevur byggiharrin fyrr staðið fyri íbúðarverkætlanum, sum hevur verið fyri atfinningum fyri manglandi trygd fyri eldsbruna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald