Innanlands

Stórur falkur bjargaður og sleptur út í Føroyum

Helst fer Maverick at leita sær norðureftir har hann natúrliga hoyrir heima

(Mynd: Jón Aldará)

(Mynd: Jón Aldará)

2022-09-21 17:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um tú møtir einum stórum ránsfugli, kanska í Vágum, so er stórur møguleiki fyri at talan er um ein veiðifalk við navninum Maverick.

Fuglafrøðingurin og -vinurin, Jón Aldará, hevur í dag lagt út eina søgu á Facebook um ein veiðifalk, sum leitaði sær hjálp umborð á einum skipi norðan fyri Ísland herfyri, og endaði í einum hjalli heima hjá Jón Aldará í Sandavági.

Jón Aldará skrivar soleiðis:

Hesin vakri ungi veiðifalkurin settist avmaktaður á eitt skip norðan fyri Ísland fyrst í september, og var so heppin at finna ein góðan vin í manningini, sum tók hann inn og gav honum at eta. Skipið hevði kós móti Føroyum, og fuglavinurin fekk tey ráðini frá donskum fuglafrøðingum, at veiðifalkurin kundi ringmerkjast og setast út í Føroyum, tá teir løgdu at í Kollafirði.

Eg fekk boðini og fór at hjálpa teimum við hesum. Men tað vísti seg at ikki vera so líkatil, tí tá fuglurin var ringmerktur og skuldi setast út, so megnaði hann so dánt at flaksa nakrar metrar fram eftir vøllinum.

Ongin ivi var um, at hann mátti hava meira at eta. Og soleiðis endaði tað við, at vit máttu rudda hjallin út har heima til hendan stóra, hábærsliga ránsfuglin, ið frá bjargingarmanninum hevði fingið navnið Maverick.

Tíbetur fall hann væl til í lítla gistingarhúsinum, og hann át sum ein greivi í nakrar dagar aftrat.

[object Object]
(Mynd: Jón Aldará)

Farna sunnumorgun - fimm dagar seinni - var hann so frægur, at vit kundu royna at sleppa honum út, og vit høvdu ikki meira enn gloppað dyrnar, so streyk hann avstað; yvir um fjørðin og niðan í hagan yvir Giljanesi.

Nevnast skal, at veiðifalkur (Falco rusticolus) er heimsins størsti falkur, og hann heldur til í Arktiska økinum, m.a. í Grønlandi, Íslandi og Norðurskandinavia. Einans tríggjar góðtiknar eygleiðingar av veiðifalki eru gjørdar í Føroyum í nýggjari tíð, ávikavist í 1984, 1992 og 2016.

So, eini boð til fuglaalskin: Um tit síggja (ella hava sæð) ein stóran ránsfugl í vikuni, so er tað helst Maverick.

Vit vóna tó, at hann longu hevur lagt leiðina hagar, hann hoyrir heima. 

(Tekstur rættaður, upplýsing um heimbygdina, kl. 18.58)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder