Innanlands

Stórur hópur av læknalesandi á summarfundi

Árligi summarfundurin fyri læknalesandi hevur verið á Landssjúkrahúsinum í dag

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

2026-07-24 15:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag savnaðust nærum 50 læknalesandi til árliga summarfundin, sum HR deildin á Landssjúkrahúsinum skipaði fyri.

Stóra undirtøkan vísir, at áhugin fyri at arbeiða, útbúgva seg og skapa sær eina framtíð í Føroyum er stórur, skrivar Landssjúkrahúsið á Facebook.

Á skránni vóru framløgur um Sjúkrahúsverkið, serlæknaútbúgvingar, yrkisleiðir og fakliga menning. Tey lesandi fingu eisini høvi at hitta læknar og onnur starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum, hoyra um teirra royndir og seta spurningar.

Seinastu árini hevur Sjúkrahúsverkið arbeitt miðvíst við at styrkja læknaútbúgvingarstørv í Føroyum. Hetta hevur ført við sær, at læknar í dag kunnu taka størri partar av serlæknaútbúgvingini hjá okkum enn áður.

Frá 1. september í ár verða tilsamans 52 læknar í útbúgvingarstørvum á Landssjúkrahúsinum. Skipanin fevnir í løtuni um 17 KBU-størv, 14 introduktiónsstørv og 17 høvuðsútbúgvingarstørv í almennum medisini, umframt høvuðsútbúgvingarstørv innan fleiri aðrar sergreinar.

Menningin gongur skjótt. Í dag hava 42 læknar tikið, ella eru í gongd við at taka, alla ella partar av serlæknaútbúgvingini í almennum medisini í Føroyum. Tveir læknar verða lidnir sum kommunulæknar í árog tríggir afturat í 2027. Harumframt eru fýra læknar undir høvuðsútbúgving innan aðrar sergreinar. Henda menningin er ein týðandi liður í arbeiðinum at byggja upp eitt sterkt og burðardygt føroyskt sjúkrahúsverk, har fleiri læknar kunnu útbúgvast og menna seg fakliga í Føroyum.

Summarfundurin hevur í nógv ár verið ein fastur táttur í arbeiðinum at knýta bond við føroysk læknalesandi og hevur til endamáls at varðveita og styrkja sambandið við føroysk læknalesandi, meðan tey eru undir útbúgving uttanlands. Samstundis fáa tey innlit í arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum longu undir útbúgvingini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder