Taivan varð í morgun rakt av stórum jarðskjálvta, ið varð máldur 7,2 á Richterstiganum sambært lokalu veðurmyndugleikunum og 7,4 sambært amerikanska United States Geological Survey.
Jarðskjálvtin rakti Taivan 18 kilometrar sunnanfyri býin Hualien. Sambært Reuters er hetta størsti jarðskjálvti, ið hevur rakt Taivan í 25 ár.
Níggju fólk hava latið lív, og fleiri enn 800 eru særd.
Umframt hetta hava myndugleikarnir mist sambandið við 50 fólk, sum vóru á veg til eina tjóðarpark. Talan var um ferðandi í fýra bussum, sum vóru á veg til eitt gistingarhús í Taroko-tjóðarparkini.
Jarðskjálvtin elvdi eisini til flóðalduávaringar í Taivan, Okinavaoyggjunum í Japan og í Filipsoyggjum fyrr í dag. Í Taipei eru fleiri enn 50 eftirskjálvtar skrásettir. Uml. 10.000 húsarhald eru uttan streym.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald