
Frá klokkan hálvgun ellivu í fyrrapartin hevur verið møguligt hjá brúkarum á Portalinum at atkvøtt um stóra spurningin í dag.
Er tað rætt av løgtinginum at blanda seg uppí sáttmálasamráðingarnar og tryggja Almannaverkinum neyðug undantøk, ljóðaði spurningurin.
Tey eru nógv, sum hava tikið av møguleikanum og svara “ja” ella “nei”, tí tá klokkan fór av fimm høvdu 5264 fólk givið sína meining til kennar.
30 prosent halda, at tað er rætt av løgtinginum at blanda seg meðan 70 prosent halda, ikki at tað er rætt, at løgtingið fer inn og lóggevur undantøk.
Stjórin í Almannaverkinum er hinvegin greiður. Hann sigur, at tað í hesum døgum stendur um lív og heilsu hjá borgarum, um neyðug undantøk ikki verða latin.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, legði klokkan 11 nógv umrødda uppskotið fram í tinginum, og tað gongur nú sína gongd. Fyrsta viðgerð verður fríggjadagin. Fær samgongan ikki hjálp frá andstøðuni um at víkja frá tíðarfreistum, gongur tað ein vika áðrenn uppskotið verður endaliga samtykt við triðju viðgerð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald