Innanlands

Stórur meiriluti vil framhaldandi hava føroyskt fólkatingsumboð

Tað heldur veljarin. Hetta kemur fram í veljarakanning, sum Blaðið Vikuskifti kunngerð í morgin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-26 12:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fólkatingsval er í hondum, og er tað upp til veljaran, skulu vit framhaldandi hava føroysk umboð á fólkatingi.

Tað kemur fram í veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti, og sum verður kunngjørd í morgin.

80 prosent av veljarunum hava svara ja til spurningin “Eiga føroyingar at hava umboð í fólkatinginum”. 13 prosent halda ikki at vit skulu hava føroyskar fólkatingslimir meðan sjey prosent siga seg ikki vita.

Ikki óvæntað er tað millum sambands- og javnaðarveljarar, at størst undirtøka er fyri sessunum á danatingi, meðan flest framsóknar- og tjóðveldisveljarar hava svarað nei.

Spyr.fo spurdi mikudagin 500 fólk um fólkatingsvalið. Úrslitið av kanningini verður kunngjørd í Blaðnum Vikuskifti, sum verður tøkt klokkan 7 í morgin árini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder