Innanlands

Stórur munur á veljarakanningum

Tvær veljarakanningar verða almannakunngjørdar í dag

Veljarakanningarnar eru als ikki samdar um hvussu veljararnir fara at velja (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Veljarakanningarnar eru als ikki samdar um hvussu veljararnir fara at velja (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-05-19 12:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

At politiska landslagið í Føroyum er trupult at fáa skil á, verður prógvað í føroysku miðlunum í dag.

Tvær veljarakanningar verða almannakunngjørdar í dag. Gallup hevur gjørt eina, sum vp.fo ber, meðan Spyr.fo hevur gjørt eina, sum er at síggja á in.fo.

Og hóast tendensurin bendir á nakað tað sama, so er so stórur munur á teimum, at tær nærum peika í hvør sín rætning.

Kanningarnar eru samdar um, at samgongan missir valdið so dyggiliga, um løgtingsval var nú.

Spyr.fo gevur stóru andstøðuflokkunum, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi nógv størri framgongd, enn Gallup gevur. Sambært Spyr.fo fær Javnaðarflokkurin 31,0 prosent (10 tingsessir) og Tjóðveldi 21,1 prosent og 7 tignsessir , meðan Gallup gevur hesum flokkum ávikavist 28,5 og 19,0 prossent, og tað gevur ávikavist 10 og 6 tingsessir.

Stóru samgonguflokkarnir fáa nógv lakari undirtøku hjá Spyr.fo enn Gallup.

Sambært Spyr.fo fær Fólkaflokkurin 17,9 prosent og Sambandsflokkurin 14,2 – tað gevur 6 og 5 tingsessir. Hjá Gallup er øvugt. Har verður Sambandsflokkurin næststørstur við 21,0 prosentum og 7 tingsessum , meðan Fólkaflokkurin verður fjórstørstur við 18,4 prosentum og seks tingsessir.

Báðar kanningarnar eru samdar um, at Sjálvstýri ikki fær umboðan á tingi og at Miðflokkurin varðveitir síni tvey umboð á tingi.

Men Spyr.fo gevur Framsókn næstan tvífalt so stóra undirtøku, sum Gallup ger, og tí fær Framsókn trý umboð á tingi sambært Spyr.fo, meðan Gallup gevur Framsókn somu umboðan sum nú.

Kanningin hjá Gallup er gjørt í tíðarskeiðinum 10. til 16. mai, meðan Spyr-fo kanningin varð gjørd 17. mai.

Gallup-kanningin sæst her

Spyr.fo-kanningin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder