Síðani fyrrapartin hevur eina stórur náttúrueldur herja í fjørðinum Kangerluarsuk Tulleq. Eldurin er so ógvusligur, at sløkkiliðsfólkini ikki megna at koma nóg nær við sløkkiútgerð.
Roykurin frá eldinum er so mikið ógvusligur, at tað nú verður kanna um hjálp er at heinta frá tyrlunum hjá Air Greenland, skrivar grønlendska kringvarpið KNR á heimasíðuni.
Ætlanin er at tyrlurnar skulu flúgva yvir eldrakta økinum, sum umfatar tríggjar ferkilometrar, og sløkkja haðani.
KNR skrivar, at eldurin í løtuni er ikki er vandamikil í mun til smátturnar í økinum, men um ættin skiftir, er vandi fyri at roykurin flytir seg til býin Sisimiut.
Eldurin kyknaði úr einum roykiovni, sum var undir umsjón. Men tá eldurin kyknaði breiddi hann seg skjótt í turra lendinum, skrivar KNR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald