Uttanlands

Stórur skaði av ógvusligum heglingi

Norðuritalia og Kroatia rakt av ódnarveðri í gjár

Trø í hópatali liggja í gøtunum í Milano í morgun (Mynd: EPA)

Trø í hópatali liggja í gøtunum í Milano í morgun (Mynd: EPA)

2023-07-25 11:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðrari partur av Italia og Kroatia hava seinastu dagarnar verið hart rakt av toruveðri og ógvusligum heglingsstormum.

Heglingar á stødd vin tennisbóltar hava gjørt stórar skaðar á hús og bilar, har heglingsælini raktu.

Milano og landsluturin kring norðuritalska mótabýin vórðu rakt í gjárkvøldið.

Fleiri íbúgvar, sum í nátt vórðu vakt av larminum frá vindi, torusláttri og – í nøkrum økjum – ógvusligum heglingi, hava síðan skriva um sínar upplivingar á sosialu miðlunum.

- Tað líktist heimsins enda, skrivaði ein milanesari, meðan ein borgari í Brianza segði seg “aldri hava sæð nakað líknandi”.

Í og kring Milano eru nógvir vegir stongdir av niðurdotnum trøum á koyribreytini. Í fleiri førum eru trø fallin yvir ravmagnsleiðingar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder