placeholder
Innanlands

Stórur steinur leyp oman á landsvegin

Steinurin sum leyp oman á landsvegin við Sund, er ruddaður burtur og ferðslan koyrir sum vant

2022-01-19 12:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk um middagsleitið fráboðan um, at grót leyp á landsvegin við Sund. Talan var um ein stóran stein, sum so hevði tikið nakað av smágróti við sær.

Steinurin vigar millum 2 og 3 tons, verður mett.

Eingin skaði stóðst av hendingini. Sum skilst á vakthavandi á løgreglustøðini, vórðu boð givin Landsverki um steinin, og hann er longu ruddaður burtur. Ferðslan koyrir sum vant aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder