Innanlands

Stórur stuðul frá Team Rynkeby Føroyum

Í sambandi við túrin í Danmark, savnaði Team Rynkeby Føroyar inn 1,13 mió. kr., sum varð handaður Krabbameinsfelagnum í gjár

2021-09-26 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við túrin í Danmark, savnaði Team Rynkeby Føroyar inn 1,13 mió. krónur.

Peningurin varð handaður Duritu Tausen, forkvinnu í Krabbameinsfelagnum á samkomu í Finsen í Havn í gjár.

[object Object]

Team Rynkeby Føroyar skrivar m.a. soleiðis í tíðindaskrivi:

– Hóast koronasmittan hevur sett sín dám á farna árið, bæði hjá okkum í Team Rynkeby Føroyum og hjá stuðlunum, er áhugin at stuðla stórur.

– Vit í Team Rynkeby Føroyum fegnast um stóra stuðulin og takka hjartaliga øllum, – fyritøkum, kommunum, tónleikarum, privatpersónum o.o. – sum trúliga stuðla á ymsan hátt, so at vit kunnu gera nakað gott fyri børn við álvarsligum sjúkum og familjur teirra, samstundis sum vit eisini gera nakað gott fyri okkum.

Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar hevur latið Krabbameinsfelagnum, verður brúktur til gransking, at lata fíggjarliga hjálp til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra, og Beranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder