Heilsuverk í Føroyum, Grønlandi og Danmark megna ikki í nóg stóran mun at verja sjúklingar móti vandamiklari smittu á sjúkrahúsunum. Tørvur er á betri tvørfakligum skipanum og mannagongdum og hægri raðfesting og játtan til smittuvernd fyri at minka um vandan fyri, at sjúklingar verða smittaðir við vandamiklum bakterium í heilsuverkinum.
Tað er høvuðsniðurstøðan í eini nýggjari granskingargrein hjá donskum, føroyskum og grønlendskum granskarum, ið er útgivin í viðurkenda vísindaliga tíðarritinum Journal of Hospital Infection.
- Fleiri superresistentar bakteriur eru seinastu árini komnar til Føroya. Summar teirra eru so resistentar, at onki antibiotika finst, sum kann basa teimum, sigur Shahin Gaini, professari í infektiónsmedisini á Fróðskaparsetri Føroya, sum er ein av rithøvundum í greinini.
- Tílíkar bakteriur eru ein støðug hóttan ímóti modernaðum medisinskum viðgerðum. Tá sjúklingar fáa skurðviðgerð, biologiska viðgerð ella viðgerð, ið minkar immunverjuna, t.d. kemoterapi ella transplantatiónir, slepst ikki undan infektiónum. Allar hesar viðgerðir eru treytaðar av, at vit hava mong effektiv antibiotika til taks, ið kunnu bjarga sjúklingunum, tá ið teir fáa infektiónir, sigur hann.
Bert ein serlækni í infektiónsmedisini er á Landssjúkrahúsinum. Ongin sjúkrarøktarfrøðingur er knýttur at infektiónsmedisinska ambolatoriinum, og ongin læknaligur mikrobiologur er í starvi í heilsuverkinum.
- Stórur tørvur er á hægri raðfesting av smittuvernd í føroyska heilsuverkinum. 30-40% av øllum innlagdum sjúklingum á Landssjúkrahúsinum hava eina infektiónsmedisinska høvuðsdiagnosu og fáa tí antibiotika hvønn dag. Samstundis velja vit at geva avanseraðar viðgerðir sum t.d. kemoterapi, biologiska viðgerð, immundoyvandi viðgerðir, dialysu, kirurgi og annað, sum kann geva álvarsligar infektiónir sum komplikatiónir, sigur Shahin Gaini.
Greinin í Journal of Hospital Infection, ið hevur heitið “Hospital-based Antimicrobial Stewardship in Denmark, Greenland, and the Faroe Islands – Current landscape and barriers”, kann lesast her.
Granskingarráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald