2021-12-27 15:07

Nógv fólk í høvuðsstaðnum hava seinnapartin mist vatnið. Orsøkin er, at ein stórur leki er á Villingardalsvegnum nærhendis Blákollugøtu.
Tað ávirkar frá ringvegnum og heilt niðan til brunnarnar, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari, har tað samstundis verður boðað frá, at arbeitt verður í løtuni við at tetta lekan.
Vónandi verður arbeiðið liðugt út á kvøldið.Kort yvir økið (Mynd: Tórshavnar kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald