Innanlands

Stovna náttúrufylking til frama fyri Sandá

Stovnandi fundurin verður í skúlanum á Argjahamri í kvøld

2024-02-01 10:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Áhugabólkurin “Varðveitið fríøkið við Sandá” hevur avgjørt at stovna eina náttúrufylking Sandá at frama, um áhugi er fyri tí.

Fundurin verður klokkan 19.30 í kvøld í skúlanum á Argjahamri.

Á fundinum verður greitt frá støðuni um fríøkið við Sandá, sum aftur er endað í byggi- og býarskipanarnevndini til støðutakan.

Áhugabólkurin hevur gjørt eitt uppskot til viðtøkur fyri eina “náttúrufylkingina - Sandá at frama” at leggja fyri fundin.

Sum er, hevur ein áhugabólkur arbeitt við málinum at “varðveita fríøkið við Sandá”. Men bólkurin heldur, at tað er betri at skipa bólkin sum eina fylking við viðtøkum og limagjaldi, um onnur stig skulu takast.

Á fundinum verður orðaskifti um, hvat nú skal gerast fyri at varðveita náttúruna við Sandá - størstu ánna og eitt av almennu fríøkinum í høvuðsstaðnum. Kaffi og te verður at fáa.

Tey, ið kalla inn til fundin eru Urd Johannesen, Heri á Rógvi, og Jóhann Mortensen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder