Uttanlands

Stovnar nýtt flogfelag í ringastu krepputíð

Norski vinnulívsmaðurin Erik G. Braathen tekur upp kappingina við SAS og Norwegian

Erik G. Braathen hevur fleiri royndar mans innan flogvinnuna aftan fyri seg í nýggja felagnum

Erik G. Braathen hevur fleiri royndar mans innan flogvinnuna aftan fyri seg í nýggja felagnum

2020-10-06 10:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mitt í ringastu kreppuni, sum flogvinnan hevur upplivað í longri tíð, eru ætlanir um at stovna eitt nýtt flogfelag í Noregi.

Tað er vinnulívsmaðurin Erik G. Braathen, abbasonur Ludvig G. Braathen, sum í sínari tíð stovnaði flogfelagið Braathens, ið seinni legði saman við SAS, ið boðar frá, at hann er í holt við at stovna eitt felag, sum skal á veingirnar komandi vár.

- Vit brenna fyri norskari flogvinnu. Vit halda ikki, at marknaðurin kemur upp á sama støði, sum áðrenn koronafarsóttina. Vit vilja tó brúka okkara royndir og førleikar til at byggja eitt nýtt, norskt flogfelag, ið er tillagað búskaparliga veruleikanum og tørvinum hjá ferðafólkunum, sigur Erik G. Braathen í einum tíðindaskrivi í dag, sambært nrk.no.

Hann hevur fyrr verið nevndarlimur í flogfelagnum Norwegian og var í 10 ár stjóri fyri felagið Braathen Safe.

Sambært tíðindaskrivinum eru tað 25 fólk, sum í løtuni arbeiða við at byggja nýggja felagið upp, fleiri teirra hava royndir frá Norwegian. Ætlanin er at fáa fyrstu flogførini á flog til várs.

Eisini norska flogvinnan er í stórari kreppu. Í dag boðaði Norwegian frá, at ferðafólkatalið í september vísti eina niðurgongd á 90 prosent, hóast felagið flutti næstan 320.000 fólk.

- Vit halda, at tíðin er tann rætta at byrja eitt nútt flogfelag. Vit leiga nýmótans flogfør til rímiligan prís, seta tey bestu starvsfólkini og byggja eitt talgilt felag uttan kompleksitetir, og hetta ger, at vit fáa lágar umsitingarligar útreiðslur og kunnu vinna pening við færri flogførum. Fyri kundarnar kunnu vit bjóða kappingarførar prísir og effektiva, talgilda, tænastu, sigur Braathen í tíðindaskrivinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder