Innanlands

Stovnarin av nethandlinum Sinful sexleikur á Tonik

Mathilde Mackowski stovnaði Sinful, sum í dag er ein fleirfalda millióna fyritøka

2024-04-21 18:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stórsligna altjóða tøkniráðstevnan TONIK verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum í Havn 3. mai 2024.

Endamálið við ráðstevnuni er at føroyska tøknivinnan og íverksetarar fáa ein kveikjandi og savnandi pall, við beinleiðis íblástri frá fremstu føroysku og útlendsku serfrøðingunum, royndum fyritøkum, íverksetum og íleggjarum. Ráðstevnan er eisini ætlað til at knýta sambond og at deila vitan.

25 fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at hava framløgur á trimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan og íverksetan.

Ein av hesum fyrilestrarhaldarunum er Mathilde Mackowski. Mathilde er samstovnari av Sinful, sum er størsti nethandilin fyri sexleikur í Norður Evropa. Mathilde var bara 23 ár gomul, tá hon stovnaði Sinful í 2008 saman við táverandi unnastanum, og í dag hevur fyritøkan yvir 200 starvsfólk og hevur vunnið fleiri virðirslønir, eitt nú vakstrarvirðislønina ársins Gazelle trý ár á rað.

Mathilde er framsíggin og hevur grundað sína støðu sum leiðandi á Norðurevrupeiska marknaðinum á eina “cut-the corporate- bullshit” tilgongd og við einum erligum og beinleiðis samskifti.

Endamálið við Sinful er at geva fólki íblástur til eitt betri kynslív, og Mathilde arbeiðir sjálv nógv við produktmenning, har hon sniðgevur og mennir egnar vørur til Sinful kynsleikur.

Í sínari framløgu fer Mathilde m.a. at tosa um størstu avbjóðingarnar sum íverkseti, um hvussu tað loysir seg at hava rættan hugburð og um leiðina til framúr góðu úrslitini hjá Sinful.

Eisini kunnu áhoyrarar seta spurningar og Mathilde er ikki smæðin og torir at tosa um tað, sum onnur ikki tora.

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK ráðstevnuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder