- Eg eri skelkaður av, at tingfólkini hjá Framsókn feldu uppskotið. Eg má viðganga, at eg havi ligið vakin ein stóran part av náttini, tí eg skammaðist av Framsókn.
Tað sigur Poul Michelsen, stovnari og fyrsti formaður í Framsókn, í samrøðu við Frihedsbrevet.fo í dag.
Uppskotið hjá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni úr Framsókn, um fría fosturtøku, var til aðru viðgerð í løgtinginum í gjár. Uppskotið fall við 15 fyri og 15 ímóti.
Tveir av trimum tinglimum hjá Framsókn atkvøddu ímóti uppskotinum hjá partamanninum.
- Hetta tekur sjálvt grundarlagið undan Framsókn. Um Framsókn ikki verjir persónliga frælsið, so kunnu tingfólk í Framsókn akkurát tað sama melda seg inn í Fólkaflokkin. Hetta er ikki tann flokkurin, sum vit stovnaðu, sigur Poul Michelsen við Frihedsbrevet.fo.
Les eisini: Framsøkin Ung: Harmar okkum serstakliga nógv
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald