Innanlands

Tikin við 475 grammi av hassji í gjár: 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing í dag

Ein dani sum kom til Føroya í gjár, varð steðgaður av tollvaldinum. Hann hevur í dag fingið ein straksdóm í Føroya Rætti

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-15 17:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein 39 ára gamal maður er í dag dømdur í Føroya Rætti fyri at royna at innflyta uml. 475 gram av hashi til Føroya við tí fyri eyga at selja tað víðari.

Maðurin, sum er danskari og kom til Føroya í gjár, bleiv steðgaður av tollvaldinum. Tað vísti seg, at hann hevði uml. 475 gram av hashi uppiá sær.

Hann játtaði seg sekan, og tí kundi málið avgreiðast við einum sokallaðum straksdómi í Føroya Rætti í dag. Maðurin, sum áður er dømdur í Føroyum fyri líknandi brot á lóggávuna um rúsandi evni, bleiv dømdur 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing.

Maðurin móttók dómin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder