Uttanlands

Stram Kurs fingið nokk av undirskriftum

Nógv umtalaði Rasmus Paludan og hansara flokkur kunnu nú allarhelst stilla upp til Fólkatingið

Paludan hevur skapt nógv kjak orsakað av hansara mótmælistiltøkum
Mynd: Ritzau/Scanpix

Paludan hevur skapt nógv kjak orsakað av hansara mótmælistiltøkum Mynd: Ritzau/Scanpix

2019-04-27 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tvær vikurnar hevur Rasmus Paludan veruliga gjørt vart við seg í Danmark við nýggja flokki sínum, Stram Kurs. Paludan er ógvuliga kritiskkur yvirfyri islam, og hevur havt fleiri mótmælistiltøk, har tað er komið til samanbrestir millum mótstøðufólk hjá Paludan og Stram Kurs og løgregluna. Umstríddi maðurin hevur síðani fingið forboð fyri at mótmæla, og er dømdur fyri rasismu; til mótmælini hevur danin millum annaå brent eintøk av Koranini.

Rasmus Paludan hevur ætlanir um at stilla upp til Fólkatingið og at gerast forsetismálaráðharrari. Tíðliga í morgun gjørdist greitt, at Stram Kurs nú hevur nóg mikið av undirskfrifum, sokallaðum "vælgererklæringer", til at stilla upp til valið, ið verður í nærmastu framtíð. Tað skulu 20.109  vælgererklæringer" til - í morgun hevði Stram Kurs fingið 20.981 av hesum. 

Tað er Økonomi- og Indenrigsministeriet, ið upplýsir hetta í morgun, og nú skal ráðið góðkenna undirskiftirnar. Stram Kurs, skal eisini lýsa seg tøkan til valið. Paludan og co. byrjaðu síni mótmæli móti serliga muslimum í fjør, har video av teimum vórðu løgd út av Youtube. Tað eru serliga ung fólk, ið hava vakt Stram Kurs ans. 

Tað er serliga síðani mótmæli á Nørrebro 14.apríl, at Paludan og flokkurin hava fingið uppmerksemi. Tá gjørdist tað til ógvusligar samanbrestir, har 23 fólk vórðu handtikin. Advokaturin og hansara flokkur hevði áleið 5500 undirskiftir 1. apríl, men uppá minni enn ein mánað er hetta talið trífaldað.  

DR hevur gjørt eina sending, har tey fylgja Rasmus Paludan til m.a nøkur mótmælistiltøk. "Rasmus Paludan - højrenationalist i børnehøjde" kann síggjast her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder