Uttanlands

Stram Kurs kemur møguliga inn í Fólkatingi

Nýggj veljarakanning týðir á at islamkritiski flokkurin møguliga megnar at koma inn í Fólkatingi

Rasmus Pauldan úr Stram Kurs

Rasmus Pauldan úr Stram Kurs

2019-05-03 15:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Islamkritisk danski flokkurin Stram Kurs, við Rasmus Paludan á odda, kemur møguliga inn í Fólkatingi.

Megafon hevur gjørt veljarakanning fyri TV2 og Politiken og henda vísir, at Stram Kurs fær 2,7 prosent av atkvøðunum til komandi Fólkating, stillar flokkurin upp. Flokkurin verður eftir øllum at døma at finna á atkvøðuseðlinum til komandi fólkatingsval.

Óvissan í kanningini er á 1,1%, so sambært hesi kanningini fær flokkurin eftir øllum at døma villum 1,6% og 3,8% av atkvøðunum.

Megafon ger tó vart við, at av tí at hetta er ein nýggjur flokkur, so er hetta bert ein løtumynd. Flokkurin hevur ikki kjarnuveljarar og tí kann úrslitið svinga nógv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder