Innanlands

Stranda sjónleikarafelag endurstovnað

Væl av fólki møttu til endurstovnandi fundin týsdagin. Turið Dyssegaard gjørdst forkvinna í nýggju stjórnuni

2023-12-07 13:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tann 23. novembur var kunningarfundur um ætlaninar at endurstovna Stranda sjónleikarafelag, og um undirtøka var fyri hesum.Tá var gjørt av, at kalla inn til fund at endurstovna felagið skjótast gjørligt.

Hesin fundur varð hildin týskvøldið 5. desembur. Væl av fólki var møtt í bygdahúsinum á Strondum fyri at endurstovna Stranda sjónleikarafelag

Alexandur Johansen bjóðaði vælkomin, og var orðstýrari á fundinum.  Fólk vóru spent at manna stjórn, so tað stóð ikki á at manna stjórnina.

Hesi vórðu vald: Turið Dyssegaard forkvinna, Vár Hjørleivsdóttir Johansen næstforkvinna, Marjun á Fríðriksmørk skrivari, Jan í Giljum kassameistari og Nicolina í Lág Jøkladal stjórnarlimur.

Tiltakslimir eru Hansa Olsen og Marita á Fríðriksmørk.

Svenn Berg sum hevur haft ábyrdina av felagnum síðani stjórnin legði frá sær fyri gott 20 árum síðani, takkaði fyri seg, og ynskti nýggju nevndini til lukku. 



Sjóvar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder