Uttanlands

Strandaður á floghavn í París í 18 ár – Leygardagin andaðist hann á somu floghavn

Frá 1988 til 2006 var Mehran Karimi Nasseri strandaður á Charles de Gaulle-floghavnini í París, og leygardagin andaðist hann á somu floghavn

(Mynd: Getty Images)

(Mynd: Getty Images)

2022-11-13 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mehran Karimi Nasseri, iranski flóttin, sum í 18 ár var strandaður á Charles de Gaulle-floghavnini í París, andaðist í gjár, 77 ára gamal.

Nasseri andaðist á somu floghavn av natúrligum ávum, boða tey á Charles de Gaulle-floghavnini frá sambært Ritzau.

Tað var í 1988, at Nasseri kom til floghavnina í París. Hann var komin úr Belgia, og ætlanin var, at hann skuldi millumlenda í franska høvuðsstaðnum á veg til Onglands, men í Fraklandi misti hann skjøl síni, og slapp hann sostatt hvørki at ferðast víðari ella at fara úr floghavnini. Tí endaði Nasseri við at búgva á floghavnini, har starvsfólkini góvu honum at eta, meðan hann brúkti tíð sína við at lesa og skriva.

Tað var sjálvsævisøga hansara, sum í 2004 gav Steven Spielberg íblástur til at filmin "The Terminal" við Tom Hanks í høvuðsleiklutinum.

Nasseri fór av floghavnini í 2006, tá hann varð innlagdur á sjúkrahúsi. Síðani kom hann tó aftur til floghavnina.

Hann fekk einaferð tilboð frá myndugleikunum í Fraklandi um at búgva í landinum, men hesum tók hann ikki ímóti, tí hann framvegis ynskti at koma til Onglands.

Talsfólk hjá floghavnini siga, at Nasseri var eitt ikon á floghavnini, har starvsfólk tóku sær so væl av honum sum gjørligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder