Hesa vikuna hava strandarlandasamráðingar verið í London um fiskiskapin eftir svartkjafti og norðhavssild fyri 2020.
Strandarlandasamráðingarnar um norðhavssild fóru fram undir føroyskum formansskapi, og samdust strandarlondini um eina mest loyvdu veiðu á 525.594 tons fyri 2020 samsvarandi ICES ráðgevingini fyri 2020. Eftir at semjan varð undirritað í dag, yvirtók Noreg formansskapin fyri samráðingunum um norðhavssild fyri 2021.
Í svartkjaftinum samdust strandarlondini um eina mest loyvdu veiðu á 1.161.615 tons fyri 2020, samsvarandi ICES ráðgevingini fyri 2020. Hesar samráðingar fóru fram undir íslendskum formansskapi. Eftir at semjan varð undirritað í dag yvirtók ES formansskapin fyri samráðingunum um svartkjaft fyri 2021.
Luttakandi londini vóru Føroyar, Evropasamveldið, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald