Uttanlands

Strandarlandasamráðingar í London

Komandi vikurnar verða árligu strandarlandasamráðingar um makrel, svartkjaft og norðhavssild. Luttakandi londini eru Føroyar, ES, Grønland, Ísland, Noreg og Russland

2019-10-15 10:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi tvær vikurnar verða árligu strandarlandasamráðingar um makrel, svartkjaft og norðhavssild hildnar í London.

Byrjað verður í dag við samráðingum um makrel, og er tað Evropasamveldið, ið hevur formansskapin.

Á skránni fyri makrelsamráðingarnar eru havlívfrøðiligar og tøkniligar framløgur. Eisini skulu partarnir viðgera mest loyvdu veiðu fyri 2020 eftir, at ICES er komið við sínari ráðgeving fyri 2020.

Í næstu viku eru svartkjafturin og norðhavssildin á skránni og fara tær samráðingarnar eisini fram í London. Tó undir formansskapi av ávikavist Íslandi og Føroyum.

Eins og í makrelinum eru havlívfrøðiligar og tøkniligar framløgur á skrá. Eisini skulu partarnir viðgera mest loyvdu veiðu fyri 2020 eftir, at ICES kom við sínari ráðgeving herfyri.

Luttakandi londini til samráðingarnar eru Føroyar, Evropasamveldið, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.

- Fiskimálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder