Innanlands

Strandfarasiglingin darvað av høgari aldu í dag

Smyril ger bert ein túr millum Krambatanga og Havnina í dag – siglingin til Nólsoyar verður tikin uppaftur nú klokkan hálvgun eitt

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

2023-12-28 12:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Høg alda eftir illveðrið og nógva vindin í nátt darvar siglingina hjá Strandferðsluni í dag.

Flestu farleiðir sjóveðis vóru avlýstar í morgun, og nú boðar Strandferðslan frá, at Smyril bert ger ein túr millum Krambatanga og Tórshavn í dag. Smyril fer av Krambatanga klokkan 13 og av Havnini klokkan 17.

Ongin sigling er út til Svínoyar og Fugloyar í dag.

Nólsoyarsiglingin verður tikin uppaftur nú á middegi, og Ternan ger fyrsta túrin av havnini klokkan 12.30. Um viðrar verður siglt sambært ferðaætlanini tað, ið eftir er av degnum í dag, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder