Innanlands

Strandferðslan avlýsir fleiri túrar

Fyri veður eru fleiri túrar hjá Teistanum og Smyrli avlýstir í kvøld, og roknast kann við fleiri broytingum og avlýsingum, sigur Strandferðslan

Teistin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Teistin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-01 11:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógvi vindurin í dag ávirkar siglingina hjá Strandferðsluni í kvøld, boðar Strandferðslan frá á heimasíðuni.

Á leið 60 millum Skopun og Gomlurætt verður síðsti túrur í dag úr Skopun klokkan 16.35, og síðsti túrur av Gomlurætt klokkan 17.20.

Á leið 61 millum Gomlurætt og Hest, verður síðsti túrur av Gomlurætt í dag klokkan 14.30, og síðsti túrurin úr Hesti verður klokkan 14.50.

Túrarnir eru tilkall.

Veðrið ávirkar eisini siglingina hjá Smyrli. Fyri veður verður síðsti túrurin í dag, klokkan 17.30 úr Suðuroy og klokkan 20 av Havnini, ikki sigldur. Siglt verður aftur sunnudagin úr Suðuroy klokkan fimm og síðani sambært ferðaætlanini.

Strandferðslan boðar eisini frá, at roknast kann við broytingum og/ella avlýsingum á øðrum leiðum í dag.

Dagførd kl. 12.17


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder