Innanlands

Strandferðslan betrar bíleggingarskipanina á Smyrli

Møtitíðin verður stytt niður í 15 minuttir, og møguleiki verður at bíleggja sær ein bíðistøðuferðaseðil. Hetta er sum úrslit av spurnarkanning hjá Strandferðsluni

Tað verður eftir ætlan meira smidligt skjótt. Niels Juel Arge sigur eisini, at arbeitt verður í løtuni við at fyrireika, at alt keyp av ferðaseðlum til akfør og ferðandi á øllum ferjum er avgreitt, áðrenn komið verður umborð (Mynd: Sverri Egholm)

Tað verður eftir ætlan meira smidligt skjótt. Niels Juel Arge sigur eisini, at arbeitt verður í løtuni við at fyrireika, at alt keyp av ferðaseðlum til akfør og ferðandi á øllum ferjum er avgreitt, áðrenn komið verður umborð (Mynd: Sverri Egholm)

2024-12-19 17:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit hava nýliga gjørt eina spurnarkanning umborð á Smyrli, og tey flestu ynsktu sær ikki óvæntað styttri møtitíð á keiini. Fleiri ynsktu sær eisini eina smidligari skipan í mun til bíðistøðubílegging.

Soleiðis tekur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, samanum spurnarkanningina og úrslitið av henni.

SSL hevur tikið fyrstu eftirmetingarnar av bíleggingarskipanini til, tí broytingar - og betringar - verða nú gjørdar í bíleggingarskipanini fyri akfør á Smyrli:  Møtitíðin
verður stytt niður í 15 minuttir, og møguleiki verður at bíleggja sær ein bíðistøðuferðaseðil.

Bíðistøðuferðaseðil
Við nýggja bíðistøðuferðaseðlinum ber til at bíleggja sær ferðaseðil til akfarið við førara uttan at binda seg til ein ávísan túr. Hóast ein ikki tá tryggjar sær plássið, kann tænastan verða hent fyri tey, ið ikki eru vís í at náa ein ávísan túr til ætlaðu tíðina.

Eitt dømi kann vera ferðafólk úr Suðuroynni, ið ger ørindir norðanfyri, og tað dregur út við tíðini. Um viðkomandi ikki klárar suður ætlaða túrin ber nú til at flyta bíðistøðuferðaseðilin til næsta ella ein annan túr.

Keypspeningurin verður bara trektur fyri túrin, ein ferðast við. Tá slepst undan at rinda fyri túr, ið ein møguliga ikki náddi. Prísurin fyri bíðistøðuferðaseðilin er 104 krónur við og 123 krónur uttan brúkara, og bíleggjast kann fram til 15 minuttir áðrenn fráferð.

Styttri møtitíð
Tá bíleggingarskipanin byrjaði í summar, varð møtitíðin sett til 25 minuttir fyri at fáa eina góða byrjan. Nú verður møtitíðin stytt við 10 minuttum og verður frameftir 15 minuttir.

Regin Toftegaard staðfestir tó, at fólk framvegis møta í góðari tíð. Serliga ávís tíðarskeið. Samstundis mælir verkætlanarleiðarin hjá SSL fólk itil at bíleggja frammanundan fráferð:

- Vit mæla tó øllum at møta í góðari tíð til túrar úr Tórshavn fríggjadagar og av Krambatanga sunnudagar. Eisini mæla vit teimum, sum í dag ferðast upp á kjans, til at bíleggja og keypa ferðaseðilin á alnótini. Tað ger umsiting av dekksplássi høgligari, eisini í mun til farm og aðra planlegging annars.

Niels Juel Arge sigur um kanningina, at ferðafólk sum heild tykjast at vera glað fyri bíleggingarskipanina, sum hon er komin fyri at vera. Arbeitt verður í løtuni við at fyrireika, at alt keyp av ferðaseðlum til akfør og ferðandi á øllum ferjum er avgreitt, áðrenn komið verður umborð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder