
Sunnukvøldið boðaði Strandferðslan frá, at tað helst fór at verða neyðugt at gera skerjingar og tillagingar í ferðaætlanini á oyggjaleiðum, orsakað av fleiri koronutilburðum millum manningar, og tað at fleiri onnur starvsfólk eru farin í sóttarhald.
Í so fall skuldi hetta koma í gildi í morgin, men nýggj fráboðan kom um middagsleitið í dag, ið skrivað eisini var um sunnudagin, sum gjørdi greitt, at einki broytist á leiðunum vegna koronustøðuna - enn í øllum førum:
- Strandferðslan hevur áður fráboðað møguligar tillagingar á oyggjaleiðum, vegna vaksandi smittutilburðir og sóttarhaldsrakt starvsfólk. Ein bráðfeingis ferðaætlan er klár at seta í gildið, men hóast avbjóðingar á ávísum leiðum, heldur Strandferðslan fyribils fram við vanligu ferðaætlanini á oyggjaleiðum.
Skrivað verður tó eisini, at um støðan versnar enn meira viðvíkjandi smittutilburðum og sóttarhaldi hjá starvsfólkum verður bráðfeingis ferðaætlan sett í verk á ávísum leiðum við stuttari ávaring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald