2021-11-28 16:08

Strandferðslan boðar frá, at broytingar verða á leiðunum 60, 61, 85 og 90 í morgin, mánadagin 29. november og møguliga eisini týsdagin 30. november.
Tað er í sambandi við uppstigan av neyðstreymsanlegginum á Teistanum, upplýsir Strandferðslan á heimasíðuni.
Erla Kongsdóttir fer at røkja leið 90 til Nólsoyar, og Ternan fer at røkja leið 60 og 61 til Skopunar og Hest. Hasfjord siglir eisini eftir broyttari ferðaætlan.
Meira kunning sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald