Innanlands

Strandferðslan boðar frá fleiri avlýsingum fyrrapartin

Smyril siglir ikki fyrr enn kl. 12, eingin sigling er millum Skopun og Gomlurætt fyrr enn kl. 14, og fyribils er eingin sigling á Nólsoyarleiðini

Smyril siglir ikki fyrr enn á middegi (Mynd: Sverri Egholm)

Smyril siglir ikki fyrr enn á middegi (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-29 07:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógvur vindur hevur verið í nátt og í morgun, og illveðrið hevur eisini við sær, at Strandferðslan noyðist at avlýsa fleiri túrar á sjóleiðunum fyrrapartin.

Boðað verður frá, at fyribils er eingin sigling á Nólsoyarleiðini, og fyribils er heldur eingin koyring á leið 700, 701, 600, og 601 hjá Bygdaleiðum.

Fyrsti túrurin á Suðuroyarleiðini verður sigldur av Krambatanga klokkan 12, og á leiðini millum Skopun og Gomlurætt verður ikki siglt fyrr enn klokkan 14.

Á Hestleiðini verða túrarnir av Gomlurætt klokkan 8.45 og úr Hesti klokkan 9.05 heldur ikki silgdir, og øll siglingin millum Sandoynna og Skúvoynna er avlýst í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder