Innanlands

Strandferðslan boðar frá nógvum avlýsingum leygardagin

Boðað verður frá ringum veðri, og tí boðar Strandferðslan longu nú frá nógvum broytingum og avlýsingum leygardag fyrrapart

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-28 18:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Boðað verður frá ringum veðri leygardagin, og tí eru fleiri avlýsingar á bygda- og oyggjaleiðunum hjá Strandfaraskipum Landsins.

Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni stendur m.a., at ferðaætlanin hjá Smyrli er skerd. Smyril siglir av Havnini klokkan sjey, av Krambatanga klokkan 16, og síðani aftur av Havnini klokkan 21.15.

Á Nólsoyarleiðini verður fyrsti túrurin av Havnini framskundaður til klokkan 6.45, síðan verður siglt aftur úr Nólsoy klokkan 8.15, og um viðrar, verður siglt aftur av Havnini klokkan 16.20, og síðani sambært ferðaætlanini tað, ið eftir er av degnum.

Heldur ikki verður nøkur sigling á leið 56 millum Klaksvík og Syðradal. Tó er møguleiki fyri at sigla síðsta túrin í ferðaætlanini klokkan 22.15 úr Klaksvík og klokkan 22.35 úr Syðradali. Talan er um tilkallitúr.

Roknast kann eisini við avlýsingum á Hestleiðini og Sandoyarleiðini.

Eisini verður boðað frá, at bygdaleiðirnar 500, 506, 100, 101, 300, 440, 400, 410, 550, 600 og 601 eftir ætlan ikki koyra í morgin. Koyringin verður tó møguliga tikin uppaftur seinni á degnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder