
Um eina viku, 8. apríl, broyta Strandfaraskip Landsins prísskipan, og tað verður nakað dýrari at ferðast við skipunum og bussunum hjá Strandferðsluni.
Hesum boðar Strandferðslan frá í tíðindaskrivi, sent klokkan 23 í gjárkvøldið, helst fyri at tryggja, at tíðindini ikki skulu fatast sum ein aprílsøga.
Talan er um eina umfatandi prísbroyting, sum eisini inniber, at fólk, sum ikki eru búgvandi í Føroyum skulu rinda munandi meira enn føroyingar, og at keyp umborð á skipi ella bussi verður nakað dýrari, enn um keypið er avgreitt talgilt frammanundan gjøgnum netið, ella um ferðast verður við mánaðarkorti ella einum serligum virðiskorti.
Prísurin hækkar við 10 krónum fyri ein ferðandi búsitandi í Føroyum, meðan hækkingin verður 75 prosent fyri fólk, sum ikki eru búsitandi í Føroyum.
Sambært nýggju skipanini verður nú farið yvir aftur til einans at gjalda fyri einvegis ferðaseðlar.
Nýggju prísirnir síggjast á heimasíðuni hjá Strandferðsluni
Seinasta prísbroytingin var í 2007
Tíðindaskrivið frá Strandferðsluni er soljóðandi:
Nú ið Strandferðslan dagførir ferðaseðlaprísir, er tað eftir 18 ár við óbroyttum prísum. Prísirnir blivu seinast broyttir í 2007, tá ið teir á oyggjaleiðum lækkaðu 50 prosent fyri ferðafólk og 22 prosent fyri akfør.
Á oyggjaleiðum fara pendlarar nú við einum árskorti at kunna fáa stigvíst øktan avsláttur. Fyri hvørjar 10 túrar lækkar prísurin 15 prosent, niður í 50 prosent. Ferðast ein heilt nógvar túrar, verður ferðingin ókeypis.
Er tann ferðandi búsitandi í Føroyum, men er ikki pendlari, verða 10 krónur lagdar aftur at einvegis ferðaseðlinum. Av tí, at farið verður aftur til at rinda fyri einvegis ferðing, er broytingin 20 krónur t/r.
Fyri ein ikki-búsitandi í Føroyum, hækkar prísurin nakað meira enn hjá teim búsitandi. Hækkingin verður 75 prosent fyri ferðandi til gongu og 50 prosent fyri akfør og verður løgd oman á prísin hjá búsitandi.
Fyri akfør verður metur-bólkingin nú einfaldari við færri bólkum. Frameftir fara prísirnir at avspegla, hvussu nógv pláss akfarið brúkar á dekkinum.
Á bygdaleiðum fara allir ferðaseðlar at hækka 5 krónur.
Keyp av ferðaseðlum verður frameftir umvegis bíleggingarskipanina. Keypast kann tó eisini á staðnum, áðrenn man fer umborð, men tá er tað uttan prísfyrimunir og til hægri prís.
Eru tað ferðandi, ið ikki brúka snildfon ella av øðrum ávum ikki kunnu keypa í bíleggingarskipanini, ber til í samráði við Strandferðsluna at keypa sær eitt kort at ferðast við.
Strandferðslan hevur stuðlað menningini av skjáttuni hjá Talgildu Føroyum við talgildari ferðaseðla-sølu fyri eyga. Skjótt fara tey ferðandi tí at kunna brúka QR-kotuna í samband við ferðingina.
Broytti prísbygnaðurin og dagføringin av ferðaseðlaprísunum verða sett í verk týsdagin 8. apríl.
Sambært fíggjarlógini fyri 2025 skal Strandferðslan m.a við broyttum prísbygnaði útvega fleiri inntøkur. Sambært samgonguskjalinum skulu prísirnir fyri útlendingar endurskoðast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald