Innanlands

Strandferðslan: Eingin skaði er hendur

Hasfjord, sum bar við land í Skopun í morgun, siglir fyribils ikki meira í dag, og arbeitt verður við broytingum á leið 60 og 85

2021-06-03 11:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 10.14 í morgun kom ein fráboðan um, at Hasfjord hevði borið við land í pollinum í Skopun. Skipið liggur nú við bryggjukantin í Skopun og er tamarhald á støðuni, skrivar Strandferðslan á heimasíðuna.

Les eisini: Hasfjord bar við land í Skopun

Umborð eru sjey ferðafólk og seks akfør, og eingin skaði er hendur á ferðafólk ella akfør.

Strandferðslan arbeiðir í løtuni við broytingum á leið 60 og 85, men Hasfjord siglir fyribils ikki meira í dag og ber ikki til at bíleggja pláss umborð. Nærri kunning kemur seinni, verður upplýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder