Innanlands

Strandferðslan ger broytingar á leið 56 og 90 komandi dagarnar

Eftir ætlan fer Sam at røkja leið 90 og Hasfjord leið 56. Hetta verður gjørt, so skjótt sum sjólíkindini batna, og væntandi verður hetta týsdagin, sigur Strandferðslan

Hasfjord siglir í løtuni  á leiðini millum Havnina og Nólsoy (Mynd: Sverri Egholm)

Hasfjord siglir í løtuni á leiðini millum Havnina og Nólsoy (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-12 12:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Av tí at Erla Kongsdóttir fyribils er tikin úr sigling, verða broytingar gjørdar á leið 56 og 90 skjótast til ber.

Eftir ætlan fer Sam at røkja leið 90 og Hasfjord leið 56. Hetta verður gjørt, so skjótt sum sjólíkindini batna, og væntandi verður hetta týsdagin, sigur Strandferðslan.

Hasfjord hevur siglt á Nólsoyarleiðini síðan í gjár, og frá klokkan 13 í dag verður siglt hvønn hálvan tíma millum Havnina og Nólsoy. Fyrsta fráferðir verða av Havnini nú klokkan 13 og klokkan 13.30 úr Nólsoy, og soleiðis verður siglt til klokkan 20 í kvøld.

Síðani verður siglt seinasti túrurin eftir ferðaætlan klokkan 22 av Havnini og 22.25 úr Nólsoy.

Kunnað verður leypandi um broytingar á ssl.fo og umvegis SMS–skipanina hjá Strandferðsluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder