Strandfaraskip Landins boðar frá, at í gjár varð keypssáttmáli gjørdur um norsku ro/ro ferjuni M/F Hasfjord.
Leitað hevur verið eftir einum farmaskipið, og nýggja ferjan skal brúkast sum farmaskip til tungan farm. Ferðafólkaloyvið verður til til 12 ferðandi.
Hasfjord er bygd í 1975 á Harstad Mek Verksted AS og er 40,7 metrar long og 9,5 metrar breið.
SSL skrivar, at beint eftir at undirskrift varð sett á, fór ferjan á Sandnessjøen, Slipen verksted. Fyrst í komandi ári verður ferð sett á umvælingararbeiðini, ið klassin krevur. Lýst verður seinni, nær Hasfjord fer í sigling.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald