Innanlands

Strandferðslan kunngjørt ferðaætlanina hjá Herjólfi

Herjólfur siglir fýra ferðafólkatúrar millum klokkan seks og 18, og síðani eru farmatúrar um kvøldið klokkan 22 og tvey

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-06 15:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um tvær vikur, leygardagin 20. august byrjar Herjólfur III í sigling á Suðuroyarleiðini.

Smyril siglir seinasta túr fríggjadagin 19. august klokkan 18.30 av Havnini, og fyrsti túrur hjá Herjólfi verður av Krambatanga morgunin eftir klokkan seks.

Strandferðslan hevur nú kunngjørt ferðaætlanina hjá Herjólfi, meðan Smyril er í dokk.

Herjólfur siglir fýra túrar millum klokkan seks og 18 – tvær ferðir aftur og fram – sum eru ferðafólkatúrar, har privatakfør og smærri vørubilar hava framíhjárætt, og síðani eru farmatúrar klokkan 22 og tvey.

Átrokandi farmaflutningur og bráðfangisflutningur sleppa tó við á ferðafólkatúrarnar eftir nærri avtalu við farmastøðirnar á Krambatanga og í Havn, og ferðafólk sleppa eisini við á teimum báðum seinastu túrunum.

Ferðaætlanin, sum er galdandi frá 20. august til og við 2. oktober, sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder