Innanlands

Strandferðslan: Latið vera við at parkera her

Óviðkomandi akfør, ið parkera á økinum við bilrøðirnar til Smyril skapa nærum dagliga ruðuleika, og framyvir verður óviðkomandi parkering og ferðsla fráboðað løgregluni, sigur Strandferðslan

(Mynd: ssl.fo)

(Mynd: ssl.fo)

2022-04-11 08:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Óviðkomandi akfør, ið parkera ólógliga á økinum við bilrøðirnar til Smyril, skapa nærum dagliga ruðuleika hjá teimum ferðandi við bili.

Tað skrivar Strandferðslan í fráboðan á heimasíðuni.

– Tíverri er tað gerandiskostur, at fólk seta bilar, bussar, lastbilar og onnur akfør frá sær á økinum við Eystari bryggju, ið einans er ætlað til ferðsluna til Smyril og Norrønu. Økið er annars týðiliga avmerkt við skeltum við fráboðan um, at óviðkomandi onki hava at gera á økinum.

– Hóast hetta standa akfør dagliga parkerað á, og runt um bilrøðirnar og skapa ruðuleika, tá ið ferðafólk við bili skulu stilla seg í bíðirøðirnar. Tí endar bíðirøðin til Smyril alt ov ofta úti á alfaravegi, ið tarnar ferðsluni rundanum havnarlagið.

[object Object]
(Mynd: ssl.fo)

Strandferðslan heitir á øll um at lata vera við at seta akfør frá sær á økinum, um tað ikki er í sambandi við fráferð hjá ferjunum.

Strandferðslan upplýsir eisini, at óviðkomandi parkering og ferðsla á økinum framyvir verður fráboðað løgregluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder