Sum nakað nýtt hevur Strandferðslan givið út eitt ferðafólkakort, ið er serliga ætlað ferðafólkum.
– Endamálið við kortinum er at geva íblástur til, hvussu almenna ferðslan kann nýtast til at vitja ymisk ferðamál kring landið á ein lættan og umhvørvisvinarligan hátt, skrivar Strandferðslan í tíðindaskrivi.
Ferðafólkakortið fæst á Farstøðini í Tórshavn og á høvuðsskrivstovuni hjá Strandferðsluni á Tvøroyri.
Umframt at virka sum eitt vanligt rutukort, inniheldur faldarin eisini ítøkilig uppskot til dagstúrar kring Føroyar. Allir túrarnir taka útgangsstøði í Farstøðini í Havn, sum er høvuðsknútapunktið hjá Strandferðsluni, og fevna um ferðamál í øllum landinum.
– Við ferðafólkakortinum ynskir Strandferðslan bæði at eggja fleiri fólkum at nýta almennu ferðsluna og samstundis at minka um trýstið frá vaksandi bilaferðslu á smærri ferðamálunum kring landið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald