2022-02-28 08:15

Fyri veður kann roknast við broytingum og avlýsingum á oyggja- og bygdaleiðunum hjá Strandferðsluni. Tað boðar hon frá á heimasíðuni.
Í gjár varð boðað frá, at har m.a. kunnu væntast avlýsingar á Suðuroyarleiðini seinnapartin. Eftir ætlan verður siglt til middags, og síðani kunnu roknast við avlýsingum restina av degnum.
Veðrið ávirkar longu nú koyringina hjá fleiri bygdaleiðum.
Talan er um leiðirnar 481 millum Skálabotn og Oyndarfjørð, leið 700 millum Sumba, Vág og Tvøroyri, og leið 701 millum Fámjin, Tvøroyri og Sandvík. Eingin koyring er á hesum leiðum í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald