Innanlands

Strandferðslan setir nú bíleggingarskipanina í verk á øllum sjóvegis farleiðunum

Eftir at bíleggingarskipanin nú er sett í verk á Mykinesleiðini, Kalsoyarleiðini og Suðuroyarleiðini, standa hinar farleiðirnar fyri tørni

2024-07-24 17:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrsta dagin verður tað Skúvoyarleiðin, har ið Sildberin, síðani upplatingina av Sandoyartunlinum, hevur flutt munandi fleiri ferðafólk.

Um einar tvær vikur verður skipanin sett í verk á Hestleiðini, har ið Erla Kongsdóttir, sum tekur tríggjar vanligar bilar ella ein størri bil, nú er í fastari sigling. Størri farmatúrar út í Hest fara størri skip hjá Strandferðsluni at røkja.

Um ein mánaða verður tað so Nólsoyarleiðin, har ið Teistin er í sigling, ið fer at virka við bíleggingarskipan. Bíleggingarskipanin virkar væl umborð á Sam, Jósupi og Smyrli, tó at í kjalarvørrinum av nýggjum íverksetanum skulu altíð broytingar og tillagingar gerast.

Tvær ferjur hjá Strandferðsluni flyta einans ferðafólk: Jósup og Sildberin. Hinar ferjurnar flyta bæði ferðafólk og akfør: Sam, Teistin, Ternan, Smyril og Erla Kongsdóttir. Harumframt er tað Ritan, sum við krana kann flyta akfør. Á Smyrli umfatar bíleggingarskipanin beint nú bara akfar og førara. Arbeitt verður við at fáa skipanina at umfata øll ferðafólk.

Síðsta farleiðin av íalt sjey farleiðum, ið skal hava skipan við bílegging, er Fugloyar- og Svínoyarleiðin, har ið 53 ára gamla Ritan hevur verið í fastari sigling síðani 2010, tá ið hon kom av Nólsoyarleiðini og avloysti træskipið Másan.

Farleiðin fevnir um tvær oyggjar og onkuntíð upp til fýra havnir. Ritan sigir vanliga úr Hvannasundi á Viðoy til Eiðið vestanfyri Svínoyar bygd og síðani til Kirkju sunnanfyri á Fugloy. Hinar báðar havnirnar eru Víkin við Svínoyar bygd og Hattarvík, ið er eystasta bygd í Føroyum.

Strandfaraskip Landsins

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder