2019-09-02 18:33
Jósup fer nú at sigla um Nólsoyarfjørð. Eftir ætlan skuldi fyrsti túrur hjá avloysaraskipinum vera í morgun, men orsaka av mótmælistiltaki í gjár, varð øll sigling á leið 90 avlýst fyribils.
Og í kvøld klokkan 22, meira enn eitt samdøgur eftir at Ternan varð “hertikin” av nólsoyingum í gjár, verður almenn sigling aftur um Nólsoyarfjørð.
Tey sum skuldu til Havnar til arbeiðis í morgun vóru noydd at finna sær onkran at sigla seg yvir um fjørðin. Eisini hevur bjargingarbáturin hjá nólsoyingum siglt fleiri túrar í allan dag.
Jósup siglir eftir galdandi ferðaætlan frá í morgin, sigur Strandferðslan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald