![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Næststørsti býur í Danmark, Aarhus, setir nú strangari krøv í gildi, eitt nú, at øll í almennu ferðsluni skulu bera munnbind.
Hetta hendir eftir at stór øking í koronasmittaðum eru staðfestir seinastu dagarnar. Í dag eru 68 nýggir smittutilburðir higartil staðfestir í Aarhus, sambært dr.dk, og teir báðir undanfarnu dagarnir ávikavist 39 og 42.
Í Aarhus búgva næstan seks ferðir so nógv fólk, sum í Føroyum, og hóast tølini ikki eru so nógv hægri enn tey føroysku, verður støðan mett so álvarslig, at serlig tiltøk nú verða sett í gildi.
Danski heilsumálaráðharrin, Magnus Meunicke, setti í dag krav um, at øll, sum ferðast í bussi, toki ella øðrum almennum flutningstólum í Aarhus skulu bera munnbind.
Eisini verður heitt á íbúgvarnar í býnum um at arbeiða heimanífrá og ikki at møta á miðnámsskúlum og ungdómsútbúgvingum komandi 14 dagarnar.
Hetta merkir, at næmingar, sum ganga í 2. og 3. g í Aarhus verða undirvístir heima, meðan nýggir miðnámsnæmingar fáa longda summarferiu, skrivar dr.dk.
Nýggjastu smittutølini hjá Statens Serum Institut vísa, at 68 av teimum seinastu 136 koronatilburðunum í Danmark, vórðu staðfestir í Aarhus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald