Uttanlands

Strangari umhvørsivkrøv geva ikki minni útlát

Ferðafólkaskipini finna sær nýggjar havnir, nú norsku heimsarvsfirðirnir seta strangari umhvørviskrøv

Flåm innast í Aurlandsfjorden er ein sera vælumtóktur býur at vitja hjá ferðafólkaskipum (Mynd: visualhunt.com)

Flåm innast í Aurlandsfjorden er ein sera vælumtóktur býur at vitja hjá ferðafólkaskipum (Mynd: visualhunt.com)

2019-11-20 09:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vælumtóktu ferðafólkastøðini í Noregi, Geiranger og Flåm, eru nú farin undir at fyrireikaseg til, at ferðafólkaskip ikki longur fara at vitja havnirnar, orsaka av nýggjum umhvørviskrøvum.

Komandi ár verða strangari krøv sett ferðafólkaskipum, sum vitja í havnirnar í hesum báðum firðunum, sum eru við á serliga listanum hjá Unesco yvir heimsarv.

- Krøvini um null-útlát í Geiranger og Flåm gera, at vit helst fara at sigla fram við hesum havnum og leita okkum aðrar býir at vitja, sigur eitt umboð fyri reiðaríið Carnival Norway við NRK.

Frá 2022 verða krøvini herd enn meira áðrenn talan verður til krav um null-útlát í Flåm, Geiranger og Nærøyfjorden frá 2016.

Havnameistarin í Flåm ivast ikki í, at hetta fer at merkja at ferðavinnan í býnum fer at doyggja út.

Trupulleikin er, vísir hann á, at útlátið verður júst tað sama – tað flytir seg bara.

Nakrar hundrað kilometrar longur norðuri, í Nordfjordeid í Nordfjorden, fegnast tey um tað, sum hendir. Carnival Norway hevur verið í samband við myndugleikarnar har, og eru væl nøgd við umstøðurnar.

Í kommununi vænta tey nú stóran vøkstur í ferðafólkatalinum. 19 ferðafólkaskip vitjaðu Nordfjordeid í ár – 50 eru væntandi í 2021.

Her fegnast tey um økta áhugan fyri at vitja, men hetta skal ikki gerast fyri einhvønn prís, og tí verður nú arbeitt fyri at geva skipunum møguleika at fáa ravmagn úr landi tá tey vitja.

Í Geiranger merkja tey longu nú avlýsingar orsaka av teimum strangari umhvørviskrøvunum. 218 skip eru væntað í Geiranger komandi ár, og vandi er fyri at 49 kunnu verða avlýst, skrivar NRK.

Tað láturliga við nýggju skipanini er, at samlaði útlátið kann vísa seg at vísa seg at økjast orsaka av nýggju umhvørviskrøvunum, tí um skipini leggja at aðrastaðni, men ferðafólkini framvegis vilja uppliva Flåm og Geiranger, so skulu tey koyrast hagar í bussum, og tað hevur eina munandi øking í útlátinum við sær. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder