2019-07-09 17:55
Tann 4. juli kom triðja sesongin av vælumtóktu sendirøðini Stranger Things á Netflix. Í sendirøðini fylgja vit ungu børnunum Mike, Eleven, Dustin, Lucas, Will og fleiri við teimum, meðan tey berjast við óndar og yvirnatúrligar kreftir í lítla býnum Hawkins.
Vit hava veruliga tikið væl ímóti sendirøðini, tí at triðja sesongin hevur sett met á Netflix. Síðani sendirøðin gjørdist tøk á stroymingartænastuni hava 40,7 milliónir brúkarar hugt eftir sendirøðini. Tað eru fleiri hyggjarar enn nøkur onnur sendirøð ella filmur á Netflix áður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald