Innanlands

Strategi løgd fyri universitetsbókasavnið

Landsbókasavnið skal formliga vera universitetsbókasavn. Orð eru sett á sjey strategisk virkisøkir og mál, sum bókasavnið longu er farið at virka eftir.

2025-04-29 21:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsbókasavnið skal formliga vera universitetsbókasavn, og nú er nýggj strategi løgd fyri at fremja tað málið í verki.

Hesum boðar Fróðskaparsetur Føroya frá á heimasíðu sínari

- Fyri at røkja og menna uppgávuna sum universitetsbókasavn á besta hátt, hevur Landsbókasavnið gjørt eina strategi, sum skal virka sum stavnhald fyri menningini. Orð eru sett á sjey strategisk virkisøkir og mál, sum bókasavnið longu er farið at virka eftir.

Landsbókasavnið hevur í mong ár veitt tænastur til lesandi, undirvísarar og granskarar á Fróðskaparsetrinum - og til almenningin annars. Bókasavnið á J.C. Svabos gøtu er høvuðsbókasavn og tjóðbókasavn. 

Í fjør varð staðfest í lóg, at Landsbókasavnið formliga skal vera universitetsbókasavn og skal styrka hesa tænastuna.

Strategiin kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder