2020-02-15 16:40
Streingjakórið í Meinigheitshúsinum á Skála varð stovnað í 1979 og hevur verið virkið uml. 30 av hesum 40 árunum. Umleið 20 sangarar hava sungið við í miðal, fleiri av teimum hava verið við alla tíðina.
Kórið hevur tilsamans sungið meira enn 500 ferðir á 49 ymiskum støðum og hevur vant umleið 150 ymiskar sangir.
Í hesum sambandi bjóðar kórið til alment 40 ára hátíðarhald í Meinigheitshúsinum á Skála sunnudagin 16. februar kl. 17.
Á skránni er m.a sangur, andakt, hugleiðingar, heilsanir, og afturlítandi filmsklipp, og øll fáa ein góðan nátturðabita.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald